Hoyr spennandi undanhálvfinalurnar í Firmakappingini hjá FM1

(FM1) Runavíkar Kommuna-Svend Krosstein og Bygma Balslev-Faroe Express kappaðust í undanhálvfinalunum seinnapartin í dag

##med2##

Spenningurin helt sær til næstseinasta spurningin í undanhálvfinalunum í Firmakappingini - Spurnarkappingini - hjá FM1 seinnapartin í dag. 

Tað vóru Runavíkar Kommuna-Svend Krosstein og Bygma Balslev-Faroe Express, ið kappaðust í undanhálvfinalunum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra báðar undanhálvfinalurnar.

Hálvfinalur fríggjadagin 6. mars:

Klokkan 14.05: Vinnarin av Undanhálvfinalu 1-Vinnarin av Undanhálvfinalu 2 (Við at lurta hoyra tit hvørji liðini eru)
Klokkan 14.30: Trygd-SPEKT
 
Finalan verður fríggjadagin 13. mars klokkan 14.15. 

Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.

(Undanhálvfinalur: Runavíkar Kommuna-Svend Krosstein og Bygma Balslev-Faroe Express)