Hoyr søgur í Borðkrókinum

Skemtiligar og álvarsligar søgur og sagnir verða at hoyra, tá svensk frásøgufólk fara at siga frá søgum í Borðkrókinum í Norðurlandahúsinum sunnudagin klokkan 15. Frásøgufólkini starvast vanliga á Sagomuseet í Ljungby, ið er einasta savnið av sínum slag í Svøríki í varpar ljós á søgur og sagnir av manna munni.

Savnið liggur í søguligi bygdini Ljungby, har nøkur av fremstu frásøgufólkunum í Svøríki búðu í 19. øld. Hvørt ár verður størsti norðurlendski frásøgufestivalurin hildin í bygdini, og í ár hevur festivalurin 20 ára hátíðarhald

Eitt av endamálunum hjá savninum er at skipa fyri frásagnartiltøkum og frásøguundirvísing fyri bæði børnum og vaksnum.

Frásøgufólkini, sum eru við á vitjanini í Føroyum eru Eva Andersson, Gunilla Brodin, Monika Eriksson, Per Gustavsson og Mikael Thomasson.

Umframt at tey fara at siga frá nøkrum av sínum bestu søgum, vóna frásøgufólkini, at Føroyavitjanin verður byrjanin til eitt frásøgusamstarv millum Føroyar og Svøríki.

Frásøgutiltakið í Borðkrókinum í Norðurlandahúsinum er ókeypis og øll eru vælkomin