Hoyr Mikkjal og Joel jamma

Soleiðis ljóðar tað, tá ið Mikkjal í Klaksvík og Joel í Svøríki jamma umvegis internetið

 

Mikkjal Hvannastein hitti í fjør tónleikaran Joel Starander á ferð í Svøríki, og teir hava síðani hildið sambandið.

Nú um dagarnar jammaðu teir umvegis netið. Talan var um eitt lag, sum Joel Starander hevur gjørt, og sum hann bað Mikkjal spæla gittar til.

Úrslitið kunnu tit hoyra við at trýsta á pílin undir myndini, har til ber at hoyra samrøðu við Mikkjal og lagið, teir hava spælt saman.