Hoyr meira um fótbóltsmennaran

Tekniski stjórin í FSF greiðir her nærri frá hvat ein fótbóltsmennari er.

Fótbóltssamband Føroyar fer í næstum at seta fýra fótbóltsmennarar í fulltíðarstarv, sum skulu vera við til at menna førleikarnar hjá ungum leikarum í feløgunum kring landið.


Í sjónbandinum omanfyri ber til at hoyra tekniska stjóran í FSF, Pætur Clementsen, greiða frá hvat starvið sum fótbóltsmennari inniber.