Hoyr Magnus Tausen meta um FM-finalurnar

Hoyr formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen meta um FM-finalurnar

Klokkan 13.05 ringdi Rás2 til formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen fyri at fáa hann at meta um FM-finalurnar í flogbólti, sum verða spældar í høllini á Hálsi í Havn í dag á tiltikna taraflex-gólvinum, og við DJ Óla G. Samuelsen og einum ótrúligum stemningi.

 

Hilmar Jan Hansen fer at siga frá báðum FM-finalunum á Rás2. Klokkan 14 byrjar mansfinalan millum Fleyr og SÍ, og klokkan 17 byrjar FM-finalan millum Drátt og KÍF. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. 

 

Magnus Tausen greiðir frá, at SÍ hevur væl fleiri finaluroyndir enn Fleyr, men Magnus hevur Fleyr, sum ein lítlan favoritt í mun til avrikini og dystirnar í hesum kappingarárinum. Hjá kvinnunum heldur Magnus, at Dráttur hevur fleiri royndir, og hevur eisini vunnið finalur í flogbólti. Tað eigur KÍF á, og tí gevur tað Drátti ein lítlan favorittleiklut.