Hoyr málini og samanumtøkuna hjá Heðini Askham

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av málunum, ið komu í Gundadali í kvøld, og hoyr Heðin Askham taka samanum avrikið

B36 skaffaði føroyska UEFA roknskapinum nøkur kærkomin stig við at vinna 2-1 á FC Valetta, men tað er soltin troyst, tá liðið hevur mist víðari luttøkuna í Champions League undankappingini uppá mál skorað á útivølli. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina Tróndur Arge hevði av teimum trimum málunum á Rás2. Heðin Askham var viðmerkjari til frásøgnina á Rás2.

 

Hoyr eisini dystarendan, og hoyr Heðin Askham taka samanum eitt gott B36-avrik, sum tíverri var akkurát ov stutt til eina víðari luttøku.