Hoyr málini og dystarendan í Riga

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá Tróndur Arge segði frá báðum málunum, og dystarendanum í Riga ígjárakvøldið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr minniligu frásøgnina Tróndur Arge hevði av báðum málunum, og dystarendanum, tá Føroyar í Riga í Lettlandi vunnu 2-0 á Lettlandi. 

 

Sonni Ragnar Nattestad legði Føroyar á odda í 19. minutti. Sum vit øll onnur, ið vóru og hugdu á leikvøllinum megnaði Tróndur Arge ikki at staðfesta beinavegin hvør málskjúttin var. Men við seinna málið, tá Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson brilieraðu var eingin ivi, og frásøgnin av málinum hjá Jóan Símuni Edmundssyni, sum kom í 70. minutti er serliga minnilig.

 

Eisini er hugaligt at hoyra á upptøkunum hvussu væl vit 110 føroyingarnir, sum vóru á Skonto leikvøllinum í Riga stuðlaðu landsliðnum.