Hoyr málini hjá EB/Streymi og Heðin Askham

(Rás2) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av málunum hjá EB/Streymi, og hoyr Heðin Askham taka samanum 2-2 ímóti 07 Vestur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá báðum málunum EB/Streymur fekk ímóti 07 Vestur í Sørvági, tá liðini leiktu javnleik 2-2, og EB/Streymur eitt skiftið var á odda 2-0.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham.

 

Heðin Askham er harmur um, at hansara menn fóru í panikk, tá teir høvdu eina 2-0 leiðslu, og tað harmar hann, at tað ikki gjørdist talan um ein sigur til EB/Streym. Hinvegin leggur hann dent á, at tað var sera týðandi at halda frástøðuna til 07 Vestur, og tí var tað eitt sera týðandi stig EB/Streymur fekk í Sørvági.