Ave Maria er kendasta kompositiónin hjá Franz Schubert. Sangurin er partur av opus 52 eftir Franz Schubert, sum eru sjey løg, sum týski komponisturin setti til sjey týskar umsetingar av nøkrum enskum yrkingum eftir Walter Scott úr hansara verki The Lady of the Lake.
Hesin sangurin, tann triði í verkinum hjá Schubert, byrjar við orðunum Ave Maria. Væntandi er tað orsøkin til, at lagið seinni er sett til latínsku bønina, sum byrjar við somu orðum. Franz Schubert skrivaði altso ikki lagið til at nýta saman við latínsku bønini, hóast hon er tann, sum oftast er at hoyra nú á døgum.
Í hesi upptøkuni eru tað Ingibjørg Hansen, sum syngur latínsku bønina, og Rani Nolsøe, sum spælir undir.
Ljóðupptøkurnar hevur Erik Biskopstø gjørt, meðan Petur Martin Solmunde og Eyðun Ranason Nolsøe hava gjørt filmsupptøkurnar. Eyðun Ranason Nolsøe hevur myndaviðgjørt.










