##med2##
Um munurin sum var við millum Víking og B36 í 4-2 sigrinum hjá Víkingi í Sarpugerði skal lýsast kemur ein ikki uttanum Andreas Lava Olsen í álopinum hjá Víkingi, ið vísti FM 2016 form í dystinum móti B36.
Umframt at skora tvey mál vann Lava Víkingi eitt brotsspark sum Sølvi Vatnhamar umsetti til sigursmálið 4-2.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum seks málunum, ið komu í dystinum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Lava, ið staðfestir eitt sindur speiskliga, at nú verður ringt at velja hann frá í byrjanaruppstillingini hjá Víkingi. Lava heldur, at Vìkingur var greitt tað betra liðið í dag.
3) Hoyr Teit Joensen taka samanum eitt gott avrik hjá Víkingi, og eitt minni gott avrik hjá B36, ið veruliga má bøta uppá verjupartin nú átta mál er farin inn í tveimum dystum.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg.