Nú er nýtt at frætta frá Georg eystan Á. Georg eystan Á hevur skrivað eitt lag, ið hóskar til summarið.
Lagið kallast Summar og sól.
Georg hevur skrivað orð og lag, og tað er Angie, ið syngur.
Angie (Anna Louisa Gaard, red.) er nýggj sangkona á føroyska tónleikapallinum, og Georg sigur, at tey arbeiða við útgávu.
- Eg eri so farin í gongd aftur, og havi gjørt eini 20 nýggjar sangir, men havi í hyggju at geva út savnsfløgu saman við nýggjari fløgu í heyst, og har er Angie sjálvsøgd, tí hon hevur sera sera góða rødd, sigur Georg eystan Á, sum hevur mong ár á baki sum tónleikari.
- Sangurin skal fínpussast og miksast betri, men hetta kann nýtast, sigur Georg, sum hevur valt at hava sangin tøkan nú, ið sammarið er í hæddini.
- Teksturin byggir á føroysk orðtøk og málslig verðurfyribrigdi, men ikki tær at siga so er tað eisini hendan tíðin undan ólavsøku at hoyggingin byrjar, og gamalt var jú at líggin var útborin tann 24 juli. Lagið kom til mín á Oyndradøgum herfyri í søguríku bygdin, og tað er ofta soleiðis at løg koma til mín í øllum førum. Staklagið nemur eisini við alla tað ítrótt, sum her er á landi á sumri og ikki at gloyma ólavsøkukappróðurin, og kvøldlongsulin hjá teim ungu eftir fjálganum, tá tað jú er fríggingarmyrkt, sigur Georg eystan Á.