Hilmar Jan Hansen hevur verið til dystin fús, og hevur undirhildið í samband við ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum.
Hilmar Jan Hansen framførdi aftur uttanfyri Miðlahúsið í ár, men í ár hevði hann ein annan royndan hermara og skemtara við sær. Heri Simonsen hevði samlað sær mót at framføra saman við Hilmari Jan Hansen hesaferð, og sigast má, at saman stóðu teir sterkir.
20 hermingar vóru vendar í luftini, og nógvar aktuellar hendingar vóru tvistaðar, og hartil vóru nøkur orðaspøl afturvið hermingunum. Hondbólturin fekk eisini sítt.
Trýst á pílin undir myndini, og hoyr framførsluna hjá Hera Simonsen og Hilmari Jan Hansen, sum fjøldin tók væl undir við.










