TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr "Fótbóltspanelið", sum var í seinna tímanum í sendingini "Sportboxini" á Rás2 fyrrapartin.
Tróndur Arge sendi Fótbóltspanelið beinleiðis úr KÍ-høllini í Klaksvík.
Fótbóltspanelið hesaferð var mannað við Jákup Ósá, ítróttarredaktøri hjá Norðlýsinum og Leivi Frederiksen, ítróttarmiðlamanni hjá Kringvarpi Føroya.
Mett var um 18. umfar í effodeildini, sum verður leikt hetta vikuskiftið:
Fríggjadagin klokkan 18: KÍ-Víkingur (Rás2 sigur frá dystinum)
Leygardagin klokkan 15: ÍF-Skála
Leygardagin klokkan 15: TB/FCS/Royn-B36
Leygardagin klokkan 17: HB-NSÍ (Rás2 sigur frá dystinum)
Leygardagin klokkan 17: 07 Vestur-EB/Streymur (Rás2 sigur frá dystinum)
Hoyr hvat Jákup Ósá og Leivur Frederiksen meta. Til ber at hoyra dystarfrásagnirnar á Rás2 á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.