TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr dramatiska endan av dystinum millum VÍF og Neistan í FTZ deildini, sum endaði við javnleiki 24-24.
Neistin var á odda stóran part av dystinum, men vestmenningur ótu leiðsluna upp so líðandi seinasta partin av dystinum.
VÍF er nú nummar trý í FTZ deildini við 14 stigum, Neistin er nummar seks við níggju stigum.