Hvat skal alt tað stóra økið rundan um studentaskúlum í Hoydølum, brúkast til í framtíðini.
Tað er ein spurningur, sum stingur seg upp, nú skúlin flytir úr Hoydølum, í skúladepilin, Glasir, í Marknagili um eitt ár, ella so.
Í Hoydølum stendur sjálvur høvuðsbygningurin, har skúlin var, umframt aðrir bygningar.
Á býráðsfundi í Havn hóskvøldi, reisti Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum, spurningin.
Hann sipaði til borgarstjóran, Heðin Mortensen, sum eisini er tingmaður, og heitti á hann um at brúka tingsessin at fregnast eftir, hvat landsstýrið ætlar at brúka alt tað stóra økið í Hoydølum, til, tá ið skúlin er fluttur.
Sjálvur heldur Tróndur Sigurðsson, at økið við Studentaskúlan er akkurát rætta staðið at gera til eitt trivnaðarøki burturav.
Hann sigur, at øki er so stórt, at har kunnu allir møguligir hentleikar vera til bæði eldri og yngri, eitt nú íbúðir, og annað.
- Verður tað gjørt til eitt trivnaðarøki, kann verða ein perla, bæði til yngri og eldri, sigur hann.
Og tí heitir hann á borgarstjóran um at reisa spurningin í Løgtinginum.
Tað hevur áður víst seg at vera torført at flyta so mikið sum eitt sandkorn í Hoydølum, tí alt er friðað.
Í eitt mannaminni hava tey tosað um at útvega fleiri parkeringspláss við studentaskúlan, men nú flytir skúlin tíansheldur úr Hoydølum, uttan at tað nakrantíð eydnaðist, tí alt er friðað
Tróndur Sigurðsson heldur, at hetta eru viðurskifti, vit mugu koma burtur úr.
- Landið kann ikki bara friða og friða, uttan at meina nakað við tað, og uttan at hava nakra sum helst ætlan um at røkja tað, sum er friðað, heldur hann.
Tí vil hann nú hava borgarstjóran at reisa málið í tinginum, um ikki annað so fyri at fáa sett sjøtul á málið.
Heðin Mortensen staðfesti, at hann er í ferð við at orða ein skrivligan fyrispurning til landsstýrið um nettupp hetta, fyri at fáa ein hylling á, hvørjar tankar, landsstýrið hevur gjørt sær við økinum.