Hoydal vil hava listasamgongu

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og verandi fólkatingsmaður, væntar, at tað verður sera tætt um annan fólkatingsessin. Orsøkin er, at tjóðveldisatkvøðurnar verða spjaddar. Hann kundi tí hugsa sær listasamgongu millum flokkar.

- Tað snýr seg fremst av øllum um at hava eina frælsa tjóðskaparrødd á fólkatingi, sum stríðist fyri at flyta føroysku málini heim til Føroya at taka støðu. Tað er umráðandi við einari sjónligari tjóðskaparrødd, sum upplýsir sakliga um føroysk sjálvstýrismál fyri at skapa virðing og góða samráðingarstøðu hjá føroyskum myndugleikum, sigur Høgni Hoydal, sum heldur, at Sambandsflokkurin fær ein sess.

Høgni Hoydal hevur verið fólkatingsmaður síðani 2001. Hann óttast ikki at fella á valinum í kvøld, men vónar sjálvsagt, at Tjóðveldi fær eitt umboð.

- Vit hava rokkið fleiri úrslitum, tí fleiri ymsir flokkar, politikarar, og felagsskapir og einstaklingar hava staðið við og stríðst fyri sínum hugsjónum, hóast tey ikki verða rokkin eftir stuttari tíð. Og bert við greiðum málum og greiðari talu, ber eisini til at gera tær praktisku loysnirnar, sum lyfta Føroyar framá, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.