-Nýggjársrøðan hjá løgmanni var sum fýrverkið, vit skjóta á nýggjárinum. Har vóru bæði glitur og royktám, men eingin politikkur aftanfyri. Eg haldi tað er ein keðilig gongd, at nýggjársrøðan seinastu árini er farin frá at vera ein heilsan til føroya fólk til at vera politiskt propaganda.
Formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, hevur ikki nógv føgur orð at bera nýggjársrøðuni hjá løgmanni. Hann vísir, at løgmaður fyrst og fremst nýtti røðuna til at mála ein mynd, ið hevur lítið við veruleikan at gera.
-Løgmaður royndi í røðu síni at pynta sín egna leiklut sum løgmaður. Tað er eingin loyna, at sitandi samgonga hevur borið seg ábyrgdarleyst á útlendingaøkinum, men kortini velur løgmaður at pynta ábyrgdarleysan politikkin við at vísa á, hvussu stóran týdning útlendingar hava fyri fjølbroytni í okkara samfelag, vísir Høgni Hoydal á
Hann leggur afturat, at tað kundi verið meira hóskandi hjá løgmanni at tora at sagt, hvussu støðan verulig er, og biðið um orsakað fyri vánaligu viðferðina, sum sitandi samgonga vísir tilflytarum.
-Løgmaður hálovaði føroyska mentanarlívinum, og eisini á hesum økinum pyntaði hann um veruleikan. Hóast gylt vallyfti hevur sitandi samgongu verið við til at skerja mentanarøkið munandi. Her hugsi eg serliga um Mentanargrunn Landsins, Musikskúlan og Tjóðpall Føroya, sigur hann.
Hvakk við
Formaður Tjóðveldisfloksins fortelur, at hann hvakk við, tá hann hoyrdi løgmann boða frá í røðu síni, at yvirtøku- og uttanríkispolitiska lógin eru fráboðaðar ST, tí hetta var av sonnum fesk og óvæntað tíðindi.
-Hetta má sigast at vera eitt frontalt álop á fullveldisrørsluna í Føroyum. At fráboða altjóða samfelagnum, at vit ikki eru føroyingar longur, men "Kongeriget for så vidt angår Færøerne" uttan at spyrja nakran eftir er eitt ógvisligt stig skeivan vegin. Eg fari alt fyri eitt undir at kanna, hvat er farið fram í samband við hesa fráboðanina, sigur Høgni Hoydal.
Hann leggur afturat, at hann alt fyri eitt fer at seta seg í samband við Løgmansskrivstovuna og gera sær dælt av sessinum á Christiansborg fyri at koma til kjarnuna av málinum.
Tá, hann verður spurdur um nakað positivt var at hóma í røðuni svarar formaður Tjóðveldisfloksins stutt og greitt: Jú, mær dámdi væl tríggjar tær seinastu reglurnar, har løgmaður takkaði fyri árið, ynskti okkum eitt av harranum væl signað nýggjár og setti fram ynski um, at vit standa saman í 2006.