Høgni Hoydal, landstýrismaður, er tann sum hevur ábyrgdina av íløguloftinum hjá kommununum og sum er forðingin fyri at Tórshavnar Kommuna fær loyst ansingartrupulleikan, sambært varaborgarstjóranum Heðin Mortensen. Vit hittu hann beint áðrenn hann fór í flogfarið á veg til fundar á Álandi mikumorgunin. Høgni Hoydal hevur kommunumál um hendi í landsstýrinum.
-Tað er ikki heilt rætt sum Heðin Mortensen sigur. Íløguloftið snýr seg um nakað heilt annað. Tað snýr seg um, at vit ikki aftur invisterað okkum út á sjógv í Føroyum. Iløguloftið er ein avtala millum landstýrið, Føroya Kommunufelag, vegna tær smærru kommunurnar, og Kommunusamskipan Føroya, har Tórshavnar Kommuna er við. Tórshavnar Kommuna hevur góðtikið íløguloftið, her er als ikki talan um eitt diktat frá landsstýrinum. Tað er heldur ongin lóg sum ger íløguloftið. Her er bara talan um eina avtalu millum partarnar, sigur Høgni Hoydal.
-Men tað eru møguleikar innan íløguloftið. Nýtir ein kommuna ikki sítt íløguloft, so kann ein onnur nýta tað. Tað ber eisini til at vekta íløgurnar í eini kommunu. Fyri at loysa ansingartrupulleikan, so kann eitt nú Tórshavnar Kommuna gera av at gera færri íløgur í havnaútbygging og harvið leysgeva peningi til ansingarpláss. Um Tórshavnar Kommuna sigur, at vit taka barnaansingina fram um annað í kommununi, so kunnu teir eisini gera tað, sigur Høgni Hoydal.
-Tað er skeivt av Tórshavnar Kommunu at blaka ansingartrupulleikan yvir til landsmyndugleikan. Kommunurnar fingu ábyrgdina fyri økinum fyri tveimum árum síðan. Íløguloftið er ein avtala, sum allar kommunur hava góðtikið gjøgnum sítt felag, sigur hann.
Leingja barsilsskipanina
Høgni Hoydal sigur, at einasta landsins myndugleikar kunnu gera fyri at loysa verandi ansingartrupulleika er at leingja barsilsskipanina. Landstýrið arbeiðir við hesum máli.
-At leingja barsilsskipanina var við í samgongugrundarlagnum og allir flokkar førdu fram undan valinum, at teir taka undir við at gera hetta. Tí kunnu vit rokna við, at barsilsskipanin verður longd í næstum. Men meðan vit bíða eftir hesum kunnu kommunurnar leggja seg meira eftir at vekta sínar íløgur, soleiðis at ansingartrupulleikin verður loystur, sigur Høgni Hoydal.
-Tann sosiali sektorurin, her hugsi eg um íbúðir og annað er ein tann størsti trupulleikin í Føroyum í dag, og hetta er serliga galdandi í høvðsstaðarøkinum. Her má eitt nú Tórshavnar Kommuna prioriterað eftir tí. Tað í hvussu er ikki íløguloftið, sum hevur verið til hindurs fyri, at barnaansingartrupulleikin ikki er loystur, sigur Høgni Hoydal.
Myndatekstur:. Høgni Hoydal, landstýrismaður í kommunumálum










