Hoydal kærdur fyri landsstýrismálanevndini

Meginfelag Útróðramanna hevur kært landssstýrismannin við fiskivinnumálum í samband við ásetan av fiskidøgum í hesum fiskiárinum

Tað er Meginfelag Útróðramanna, sum hevur sent eina kæru um landsstýrismannin við fiskivinnumálum til  landsstýrismálanevndina.

 

Kært verður um:

1. Brot á   § 22, stk. 41  lógini um vinnuligan fiskiskap um serstaka upplýsingingarskyldu í sambandi við ásetan av fiskidøgum/fiskirættindum

2. Óviðkomandi og ófullfíggjaða eftirkannan av heimildargrundarlagnum fyri íverksetan av átøkum og diskriminerandi inntrivum

3. Villleiðing av løgtinginum

Samanumtikið skrivar Meginfelagið og formaðurin, Absalon í Buð, at Fiskimálaráðið er evsti fyrisitingarmyndugleiki og hevur tí vitan, førleika og royndir, ið eigur at geva tingfólkum grund fyri at halda, at mál haðani eru fyrireikað á slíkan hátt, at tey eru búgvin at viðgera.

 

Eitt nú eiga tingfólk at kunna ganga út frá, at heimildirnar fyri tí, ið skotið verður upp, eru í lagi.

 

Við at lata tinginum málið partvís uttan at upplýsa tingið við øllum skjølum, sum eru til taks í málinum, og partvís – at síggja til – uttan at hava viðgjørt heimildargrundarlagið fyri teimum átøkum, ið skotin verða upp, so hevur landsstýrismaðurin tilvitað ella ótilvitað villeitt Løgtingið.

 

Tað er tí uppfatanin hjá MÚ, at tingfólk í roynd og veru hava viðgjørt og atkvøtt í blindum í hesum máli.

 

Grundað á omanfyristandandi verður heitt á Landstýrismálanevndina um at taka málið upp sambært teimum heimildum, ið nevndin hevur.