Hoydal í DK-pressu: Fyrst nýggja grundlóg og so samráðing um loysing

Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður
-------

Ongin kann longur ivast í, at uppskotið til stjórnarskipanarlóg er ætlað at loysa Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum.
Tað, sum Fullveldislandsstýrið ikki fekk ígjøgnum í samráðingum við donsku stjórnina í ár 2000, skal nú røkkast við uppskotinum til nýggja stjórnarskipan.
Lógaruppskotið er ein fullveldisgrundlóg, og endamálið við henni er at loysa Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum og at stovna eitt fullveldisríki.
Lógaruppskotið liggur í løtuni í rættarnevndini hjá Løgtinginum.
Føroysk pressa ger lítið og onki við málið, hóast tað fær avleiðingar fyri øll í Føroyum, um tað verður samtykt. Tað hava fullveldiskreftirnar fyrimun av, tí so kunnu tær lirka uppskotið inn gjøgnum bakdyrnar.
Í danskari pressu fæst tó mangt og hvat at vita.

Leggur upp til samráðing um loysing
Mikudagin hevði avísin Berlingske Tidende tíðindi um loysingargrundlógina á forsíðuni. Inni í blaðnum verður greitt nærri frá málinum, og har er eisini eitt sera áhugavert sitat frá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi.
Hoydal sigur soleiðis við blaðið:
»Vi laver vores egen grundlov, og det bliver så vores grundlag for, hvordan vi forhandler videre med Danmark om de statsretlige rammer«..
Hetta er sera áhugavert, tí í hesum setningi avdúkar Høgni Hoydal, hvørja ætlan hann í veruleikanum hevur við stjórnarskipanarlógini.
Tjóðveldi vil, við øðrum orðum, at stjórnarskipanin skal fatast sum ein nýggj føroysk fullveldisgrundlóg, ið skal avloysa verandi grundlóg og heimastýrislógina. Tá Føroyar soleiðis eru skeklaðar úr verandi stjórnarskipanarligu rammum, sum vit vanliga nevna Ríkisfelagsskapurin, ætlar Høgni Hoydal, at samráðingar skulu vera við Danmark um »de statsretlige rammer«. Tað merkir, at samráðast skal um loysing.
Hetta seinasta – at samráðast skal um loysing – er tað serliga áhugaverda.
Hetta er tað, sum Tjóðveldi og aðrar fullveldiskreftir í Løgtinginum og politiska umhvørvinum, ikki viljað tosa hart um í Føroyum.
Hetta eru samráðingarnar, sum undir Fullveldislandsstýrinum í ár 2000 rendu seg fastar og slitnaðu.

Talar við fleiri tungum
Hetta, at Føroyar við nýggju stjórnarskipanini skulu loysast úr Ríkisfelagsskapinum og samráðast um »rammurnar«, er sum nevnt ikki nakað, sum Tjóðveldi tosar hart um í Føroyum.
Nei, her í landinum verður ein onnur útgáva av sannleikanum brúkt.
Soleiðis hevur tingmaðurin Sjúrður Skaale roynt at tosað um, at alt fer at laga seg aftaná, at lógin er samtykt. Tá fara øll at vera »vinnarar«, letst hann at halda. Í grein herfyri skrivar Sjúrður m.a., at »allir teir juridisku spurningarnir nokk skulu falla uppá pláss aftaná«.
Hetta er sjálvandi politiskt vrøvl, og tey, sum lesa sitatið hjá Høgna Hoydal omanfyri, síggja, at aftaná er ætlanin, at nakað heilt annað skal henda.
Poul Michelsen, sum var formaður í Grundlógarnevndini, hevður sagt við Útvarpið, at stjórnarskipanin »hevur onki við donsku grundlógina at gera«.
Hetta er bert rætt í tann forstand, at stjórnarskipanin er beinleiðis í stríð við galdandi grundlóg og heimastýrisskipan.
Greiðasta ábending um, hvat meiningin við lógaruppskotinum er, kom frá løgtingsmanninum Kára á Rógvu, ið er ein av høvuðsmonnunum aftan fyri stjórnarskipanarlógina.
Hann segði herfyri í útvarpssendingini Eygsjón, at ætlanin við lógini er at »spreingja karmarnar«.
Øll vita, hvat tað merkir.

Hvat ætlar løgmaður?
Nú er tíðin komin, har føroyingar mugu hava at vita, akkurát hvørja støðu løgmaður hevur, og hvat hann ætlar sær at gera.
Herfyri kom hann við einum tíðindaskrivi, har tað m.a. stendur, at »ein komandi føroysk stjórnarskipan má virða ta støðu, sum Føroyar hava í ríkisfelagsskapinum«.
Løgmaður skrivar eisini , at hann fer at »taka upp samband við danska forsætisráðharran og umrøða spurningin, hvørt uppskotið kann sameinast við heimastýrislógina og yvirtøkulógina«.
Øll sunn fornuft – og ein røð av løgfrøðingum – sigur, at uppskotið til stjórnarskipan er ikki sameiniligt við støðu Føroya í Ríkisfelagsskapinum.
Hvat ætlar løgmaður at gera við tað?
Hetta skyldar hann at greiða føroyingum frá.