Kring landið sita fólk og bíða eftir at fáa at vita, hvussu menningarkvoturnar verða býttar. Tilmælið um býtið er komið frá nevndini, sum varð sett at viðgera innkomnu umsóknirnar, og tær 38 umsóknirnar eru viðgjørdar og álit frá nevndini er latið til umsitingina í Fiskimálaráðnum. Kortini er einki alment komið frá Fiskimálaráðnum enn.
- Sum eg skilji tað, situr umsitingin í Fiskimálaráðnum nú og eftirkannar, at alt er rætt fyrisitingarliga og at ognarviðurskiftini í teimum feløgunum, sum nevndin hevur valt út, eru í lagið. Tað er tað, sum seinkar arbeiðnum og tað, sum landsstýrismaðurin bíðar eftir, sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari.
Andstøðupolitikarar hava seinastu dagarnar ført fram, at tá ið nevndartilmælið strandar í Fiskimálaráðnum, so týðir alt upp á, at orsøkin er, at politiska kabalin við menningarkvotunum skal ganga upp hjá samgonguni, tó at samgongan afturvísur hesum.
- Tað er ein óheft nevnd, sum ger tilmæli, so í prinsippinum eri eg ósamdur við andstøðuna um, at her er talan um politiska útluting. Men tað kann tað saktans blíva, um landsstýrismaðurin fer at blanda seg í, hvør skal hava part av menningarkvotunum og ikki. Høgni Hoydal hevur tó sagt púra greitt, at tað fer hann ikki at gera, sigur Árni Gregersen, sum somuleiðis sigur, at yvirlitið yvir, hvør skal hava menningarkvotur og ikki, tað saman kann blíva alment í dag sum í morgin.