Howard-avtala er í lagi

Ovasta nevndin fyri Premier League hevur kannað, hvørt handilin millum Everton og Manchester United var í lagi, tá Everton keypti málverjan, Tim Howard. Orsøkin er, at Everton ikki nýtti Tim Howard í dystinum móti Manchester United. Talan var upprunaliga um leigusáttmála, og í slíkum kundi United noktað málverjanum at spæla. Tann reglan er tó ikki galdandi, um talan er um sølu, og tað fekk fleiri at seta spurnartekin við handilin. Nú er tó staðfest, at tað stóð Everton frítt at nýta Howard, men at tað var teirra egna avgerð, at hetta ikki varð gjørt.