Hovs skúli fær ídnaðarkøk

Nú fara hovbingar at byggja skúlan út við nýggjum og góðum ídnaðarkøki.

Í Hovs skúla, sum er bygdur í 1983, eru tvær vanligar skúlastovur, og her er serstova og smíðstova umframt ein lítil fimleikarhøll.

 

Í skúlanum er eingin veruligur ídnaðarkøkur. So, nú ætla hovbingar at byggja skúlan út við nýggjum og góðum køki.

 

- Skúlin verður bygdur út vestur úr fimleikarhøllini, har líka sum eitt tómt “rúm” er. Tað hevur drigið eitt sindur út við at gera hetta arbeiði, men nú hava vit so samtykt at byggja rúm til nýggjan køk, og ætlanin er at gera hetta arbeiði í summar.

 

Delmar Tausen sigur, at skúlin er vælegnaður til tiltøk og veitslur av ymiskum slag, og í fimleikarhøllini kunnu eini 120 fólk sita til borðs. Veggurin millum báðar skúlastovurnar kann eisini dragast sundur.

 

- Her hava verið hildnir nógvir føðingardagar, ervi og veitslur av ymiskum slag, sigur borgarstjórin í Hovs kommunu.