Hovbingar nýggjan borgarstjóra

Tað er í øllum førum greitt at hovbingar skulu hava nýggjan borgarstjóra eftir kommunuvalið í november

Kommunuval

Hovbingar skulu hava nýggjan borgarstjóra.
Emma Petersen, sum er borgarstjóri, sigur, hon hevur gjørt av, at hon verður ikki borgarstjóri eitt valskeið afturat.
Hon hevur ikki tikið støðu til, antin hon stillar upp til bygdaráðsvalið, ella ikki.
Hov er lítil kommna og har er ikki óvanligt, at onkur bara tekur seg saman og ger ein lista, uttan at spyrja valevnini eftir. Tað ber til, tí tað er ein borgara skylda at lata seg stilla upp. Ongin kann sýta at lata seg stilla upp, uttan so at viðkomandi hevur sitið í bý- ella bygdaráð í minst tvey valskeið, ella hevur sjúku at dragast við, ella aðrar, serligar umstøður gera seg galdandi.
Emma Petersen, men hon hevur gjørt upp við seg sjálva, at borgarstjóri verður hon ikki aftur.
Hon sigur stutt og greitt, at hon hevur ikki hug at halda fram sum borgarstjóri.