Hovbingar heiðra teir gomlu víkingarnar

Aftur næsta summar vera víkingadagar í Hovi við vápnaleiki, dansi, útferðum, góðum mati og drekka

Tað er longu nú greitt, at víkingadagar aftur verða í Hovi næsta summar.

Tað var í 2012, at hovbingar funnu upp á at halda víkingadagar eitt vikuskiftið um summarið í 2013

Tað eydnaðist so mikið væl, at avgjørt varð at hava víkingadagar aftur í summar.

Teir víkingadagarnir eydnaðis upp aftur betri, so nú er greitt, at hetta verður afturvendandi tiltak.

 

Og næsta summar byrja víkingadagarnir Kristi himmalsferðardag, hósdagin 14. mai og teir enda sunnudagin 17. mai.

Ein av fyrireikarunum, Finnbjørn Hovsgarð, sum best er kendur sum Bróður, sigur, at ætlanin er at menna víkingadagarnar ár um ár.

 

Víkingadagarnir hava eisini vakt ans uttanlands og eitt nú hava íslendingar verið á víkingadøgum báðu ferðirnar og teir koma aftur mannsterkir næsta ár.

Bróður ivast ikki í, at víkingadagarnir eru eitt tiltak, sum væl kunnu lokka nógv ferðafólk til Suðuroyar, bæði útlendsk og aðrastaðni úr Føroyum.

Umframt vápnaleik, útferðir til søgulig støð, frásagnir og fyrilestrar, verða eisini hondgjørdir lutir at fáa, eitt nú fornar leikur til børn og ein dani hevur bjóðað seg fram at bryggja mjøð til gestirnar og um kvøldið verður bál og dansur.

Eitt endamál er eisini at gera fólk varug við tey søguligi virði vit hava frá víkingatíðini og at geva fólki eitt innlit í, hvussu tey búleikaðust.

 

Hesa fer var ætlanin at fáa danska víkingaskipið, Helge Ask, til Hovs víkindagarnar, men tað lá ikki fyri.

Ístaðin kemur Helge Ask til Føroya 22. Juli, tá hann fyrst fer til Suðuroyar í nakrar dagar, men á ólavsøku er ætlanin at hann skal liggja í Havnini.