House of Cards: Deyðin hjá Francis Underwood váttaður

Sí videobrot her

Í nýggjum brellbita frá sendirøðini, House of Cards, er tað greitt, at Francis Underwood, fyrrverandi forseti, er deyður.

 

Tað hevur leingi verið alment, at nýggja sesongin verður uttan Kevin Spacey, ið hevur havt høvuðsleiklutin sum korrupti og væl talandi forsetin Francis Underwood í undanfarnu sesongunum. Kevin Spacey er eftir nógvar atfinningar og ákærur um kynsligan ágang avskrivaður úr sendirøðini. 

 

Fleiri gitingar hava verið um, hvussu hann fór at verða avskrivaður, og nú hevur Netflix altso “dripið” leiklutin hjá Kevin Spacey.

 

Sí videobrotið omanfyri, har Claire Underwood, fyrrverandi kona hansara og forsetafrúðan, hevur eina heilsan til Francis Underwood. Tað er Robin Wright, ið spælir leiklutin sum Claire Underwood, sum heldur fram sum nýggjur forseti í politisku dramarøðini.

 

Sætta og seinasta sesong av House of Cards kemur 2. november. Í síðstu sesongini verða einans seks partar, og allir partarnir koma út samstundis á stroymingstænastuni, Netflix. 

 

House of Cards er grundað á eina bretska sendirøð við sama navni frá 1990 og hevur, síðan hon byrjaði í 2013, verið tald millum best umtóktu sendirøðir yvirhøvur.