Hóttir við at fara í rættin við Portalinum

Stríð um pengar fær nú Gunnar Skúvadal, sum eigur Vágaportalin, at hótta Portalin við rættarmáli

Vágaportalurin og Portalurin eru í hørðum stríði um pengar. Talan er um pengar fyri eina lýsingarskipan, sum Knassar eiga. Knassar eiga eisini Portalin, og nú vilja Knassar sambært Vágaportalinum ikki gjalda tað, sum avtalað er millum partarnar.

 

Tað er felagið »1. oktober 1997 Spf« í Vestmanna, sum eigur Vágaportalin. Stjóri í felagnum er Gunnar Skúvadal. Hann hevði sambært Vágaportalinum eina greiða avtalu við Knassar um, hvussu pengarnir frá Vevlýsingum skuldu býtast.

 

– Avtalan varð undirskrivað fyri fleiri mánaðum síðani og innhelt eitt ávíst fast gjald fyri plássið umframt ein prosentpart av pengunum, sum komu inn, skrivar Ólavur í Beti, sum er blaðstjóri á Vágaportalinum.

 

Men Gunnar Skúvadal metir seg ikki at hava fingið tað burturúr, sum avtalað var, og tí umhugsar hann nú at fara í rættin við málinum.