Ein maður er í dag varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at hava hótt politistar.
Jón Klein Olsen, leiðari á Kanningardeildini hjá løgregluni, sigur, at maðurin er áður dømdur fyri harðskap og hóttanir.
Hesa ferð hevur hann hótt politistar, ímeðan teir vóru til arbeiðis. Men hann hevur eisini verið heima hjá politistum og hótt.
Maðurin er handtikin í kjalarvørrinum á húsarannsókn í Vestmanna í gjárkvøldið, har varð lagt á 14 skunkplantur og 13 gróðurkvistar, tað eru spírar, sum er klárir at planta. Samstundis varð hald lagt á ymisk amboð, sum eru brúkt í hesum sambandi.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jón Klein Olsen greiða frá. Hann sigur, tað er ikki ofta, at politistar eru fyri so grovum hóttanum.
|










