Undir avhoyringunum av Sea Shepherdfólkunum, ið vóru tikin á sandinum á Sandi leygardagin, greiddu tey frá, hóttanunum tey fingu.
- Ein maður umborð á einum báti hótti okkum við byrsu. Onnur róptu, at tey skuldu myrða okkum og ein bátur mundi siglt á meg, greiddi ein kvinna frá.
- Børn og vaksin róptu ókvæmisorð eftir okkum og gjørdu ósømilig tekin móti okkum. Eg føldi meg ótrygga til tíðir, segði ein teirra. Tey róptu eftir okkum alla tíðina, hóttu okkum, bæði tey umborð og tey á landi.
Tað gjørdist tó ongantíð áfast ímillum sandingar og Sea Shepherd. Løgreglan á Sandi megnaði at sissa bygdafólkini, meðan teir royndu at fáa Sea Shepherd fólkini úr vatninum, men Karl Vidtfeldt ásannaði í rættinum, at tað var gott at løgreglan úr Havnini kom, tá hon kom, tí fólkið var farið at ótolnast eftir, at byrja drápið.