Hótti fólk eftir lívinum

Ein maður hevur sitið hjá løgregluni fyri hóttanir

Seinnapartin í gjár var løgreglan eftir einum manni og skuldsetti hann fyri hóttanir. Løgreglan veit ikki hví, men hann hevði hótt nøkur fólk, hann kendi væl, eftir lívinum – og tað gjørdi hann við boðum á internetinum. Málið varð meldað til løgregluna so maðurin varð tikin á støðina til avhoyringar.

 

Løgreglan sigur, at nú er maðurin avhoyrdur og tað eru tey liðug við. Tey mettu tað kortini ikki vera neyðugt at føra mannin fyri rættin fyri at fáa hann varðhaldsfongslaðan so hann varð leyslatin aftur nú seinnapartin - men hann er framvegis skuldsettur.

 

Annars hevur løgreglan gjørt ferðslukanningar við Gøtugjógv og har fingu seks bilførarar bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan hann koyrdi. Bótin fyri tað er 1.000 krónur. Somuleiðs vórðu tveir mans tiknir fyri at koyra við kenning og tað eru teir nú skuldsettir fyri.