Hótti at geva løgreglumanni aids

Meðan hann sat í varðhaldi, hótti føroyski Coloplast-tjóvurin ein løgreglumann.

Rættarmálið móti 36 ára gamla føroyinginum, ið er ákærdur fyri at bróta inn í húsið hjá eigarunum av Coloplast, taka eigaran og konu hansara til gísla, og tvinga tey at flyta honum 2,5 milliónir, var aftur á skránni í rættinum í Lyngby í dag.


Í morgun var tó ein annar tilburður við tí ákærda føroyinginum til umrøðu. Ein løgreglumaður greiddi fyri rættinum frá einum tilburði tann 23. mars, har føroyingurin, tá hann var varðhaldsfongslaður, kom rennandi móti honum við einum blóðigum penni og hótti við at geva honum aids. Tað skrivar tíðindastovan Ritzau.


- Hann stendur á einari trappu tveir metrar frá mær, tá hann brádliga byrjar at renna. Hann kemur móti mær, og eg síggi stiftina av einum kúlupenni. Hann kemur móti mær og rópar: ”Eg stingi teg, eg stingi teg, so tú fært aids, segði løgreglumaðurin við rættin.


- Eg skumpi til hann og fái lagt hann niður. Tá hann liggur har, byrjar hann at rópa: ”Eg tvætli bara”. Hetta var tann ringasta uppliving, ið eg havi havt í mínum vaksna lívi, og tað er ringasta upplivingin, ið eg havi havt í mínum tjúgu árum í løgregluni.


Sambært Ritzau, so noktar ákærdi føroyingurin fyri, at hann leyp á løgreglumannin, og tvíheldur um, at talan einans var um skemt.