Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, er ikki fegin um, at landsstýrið ætlar at geva Suðuroynni sersømdir, tí kommunurnar skulu vera komnar so illa fyri av eldraøkinum.
– Í løtuni bendir einki á, at Føroya kommunufelag fer at gera nakað við hetta málið. Sum skilst hevur formaðurin nóg mikið við sær sjálvum og kompanínum har suðuri, og tí finst kanska – kanska - bert hin eina loysnin, fyri at lætta um raksturin - at taka seg úr Kommunufelagnum. Eitt limagjald ímillum hálva og eina millión krónur árliga kann vera søtt hjá onkrum, sum gongur svangur, sigur Tórbjørn Jacobsen millum annað í hvassorðaðari viðmerking til landsstýrið og formannin í Kommunufelagnum, floksfelagan Dennis Holm.
Tórbjørn Jacobsen undrast eisini á kravið til Bakkafrost um, at allur fiskur, aldur í Suðuroy, skal virkast har suðuri.
– Spell at misskiltur regionalpolitikkur er atvoldin til, at Bakkafrost ikki fær brúkt kapitalapparatið á Glyvrum, heimsins fremsta virki í so máta, til framleiðsluna.
Lesið viðmerkingina hjá Tórbjørn Jacobsen, »Sjeynda bop«, VIÐ AT TRÝSTA HER










