Tað er fallið alt annað enn í góða jørð, at játtanin til arbeiðið at tryggja havnina á Krambatanga skal nýtast til Skopunar Havn.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri er sera misnøgdur við hesa avgerð hjá Jørgen Niclasen.
– Hatta vísir bara, hvat Fólkaflokkurin heldur um suðuroyingar. Vit vóru sera fegin, at játtan umsíðir varð fingin á fíggjarlógina til arbeiðið á Krambatanga. Men nú verða pengarnir so brúktir aðrastaðni, og suðuroyingar mugu liva við, at lívsæðr okkara verður hótt, sigur Kristin Michelsen.
Játtanin til Krambatanga skuldi nýtast til at leingja brimgarðin við Krambatanga. Á ávísum ættum verður so ókyrt har, at Smyril slítur endarnar. Tí skal brimgarðurin leingjast og fendarar umvælast, sigur Kristin Michelsen.
– Jørgen Niclasen kundi, um viljin var til tess, farið í fíggjarnevndina og fingið pengar, so sum fleiri embætisfólk hava víst á. Tá hevði arbeiðið í Skopun kunna verið gjørt uttan at nerva arbeiðið á Krambatanga, sigur Kristin Michelsen, sum heldur, at tað verður seinur dagur, til pengarnir aftur verða játtaðir til havnina á Krambatanga.
– Vit kunnu vera vís, at hetta verður ikki tað fyrsta, sum ein nýggj samgonga fer at raðfesta, sigur hann.