Tekniska nevnd hjá Tórshavnar býráð samtykti týsdagin einmælt, at nýggju býbussarnir sulu hava internet-samband, ella sokallað hotspot.
Levi Mørk, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, hevur fram um nakran annan stríðst fyri at fáa hesa ætlan framda.
- Hetta hevur veirð eitt av hjartamálunum hjá mær, og tað var ein lætti, at málið umsíðir varð avgreitt, sigur hann.
Levi Mørk bað umsitingina kanna møguleikarnar fyri, at kommunan veitir internetatgongd gjøgnum hotspots í bussleiðini, og at hetta skuldi samantvinnast við nýggju GPS skipanina, sum verður nýtt í teimum 15 nýggju bussunum, sum koma 1. juni.
Sum skilst verður eisini arbeitt við øðrum málum innan kunningartøkni í bussleiðini, eitt nú at tú á telefonum og teldum kann fylgja við, hvar bussarnir eru.
Levi Mørk fegnast um, at málið umsíðir er komið so langt, at tað er samtykt í teknisku nevnd. Hann leggur dent á, at um vit skulu fylgja við KT tíðini og hugsa um at fáa ungfólk at trívast í høvuðsstaðnum og í Føroyum, so er neyðugt at fylgja við tííni. Hann sigur eisini, at í næstum verður nýgja hotspotsskipanin á Býarbókasavninum avdúkað.
Levið Mørk hevur eisini arbeitt við at fáa hotspots í øllum miðbýnum, men tað fær kommunan ikki loyvi til.