Hotmales á Skarv

Forsangarin í bólkinum er David Skydsgaard, sum hevur vitjað Føroyar fleiri ferðir Leygarkvøldið fer danski bólkurin Hotmales at undirhalda á Skarv. Forsangarin í bólkinum er David Skydsgaard, sum hevur vitjað Føroyar fleiri ferðir, har hann m.a. hevur spælt til væl umtóktar konsertir á Cafe Nattúr og Manhattan.

The Rolling stones, Eric Clapton, Jimi Hendrix, David Bowie, Steppenwolf, The Who er bara nakað av tí, sum verður at hoyra frá Hotmales leygarkvøldið.

Fríggjakvøldið spælir Bretin Kevin Freeman