Amerikanska blaðið New York Times skrivar í dag, at grundarlagið undir rættarmálinum ímóti fyrrverandi IMF-stjóranum Dominique Strauss-Kahn er farið at rilla. Ónevndar keldur í løgregluni siga fyri blaðnum, at kvinnan, sum skuldsetti Strauss-Kahn fyri kynsligan ágang, hevur logið undir avhoyringunum, og at frágreiðingar hennara samsvara ikki.
Kanningar staðfestu, at Strauss-Kahn og hotellkvinnan høvdu havt kynsligt samband, men løgreglan trýr ikki øllum, sum kvinnan hevur sagt um tilburðin og um onnur viðurskifti. Hon hevur heldur ikki sagt sannleikan um sína egnu fortíð. Eitt nú er løgreglan komin eftir, at kvinnan hevur havt samband við rúsevnaumhvørvið, og at hon kanska hevur verið við til at hvítvaska pengar frá rúsevnahandli.
Í gjár hevði ákæruvaldið fund við verjarnar hjá Dominique Strauss-Kahn, og sambært New York Times tosaðu partarnir um at sleppa tí partinum av málinum, sum snýr seg um brot á revsilógina.
Í dag skal rætturin í New York gera av, um Dominique Strauss-Kahn skal sleppa úr húsavarðhaldinum, sum hann hevur verið í síðani tann seinasta rættarfundin.









