Hotellini í Føroyum havt 4.500 fólk fleiri gistingar

Tað hava ongantíð verið so nógv ferðafólk í Føroyum upp á eitt hálvt ár, sum tað hevur verið í ár

Fyrra hálvár í ár vóru heilar 73.220 gistinætur á gistingarhúsum kring landið. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni, og tað eru 4.467 gistingar, ella 6,5 prosent fleiri gistingar, enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Nógv tey flestu ferðafólkini, ella 31 prosent, eru úr Danmark, men 21 prosent eru úr øðrum norðurlondum.Hinvegin eru 19 prosent av gistingunum fólk úr øðrum londum í Evropa og níggju prosent vóru fólk í øðrum heimspørtum.

Men eisini føroyingar gera nógv burtur úr at ferðast í egnum landi, tí fyrra hálvár í ár vóru 20 prosent av gistinginum, føroyingar.

 

##med2##

Hagstovan vísir á, at her er bara talan um gistingar í gistingarhúsum, tí at skrásetingarnar í airbnb, ból og biti, hús og íbúð, og kamping, eru antin ikki til taks, ella tær eru so ófullfíggjaðar, at tær telja ikki við.

Tað, sum er talt við í uppgerðini, er ikki talið á ferðafólki, men gistinætur. Tað merkir, at hvørja ferð nakar gistir eina nátt á einum gistingarhúsi, telur tað, sum ein gisting.

Hagstovan vísir eisini á, at uppgerðin vísir, at talið á ferðafólkið veksur ár um ár.

Tað er ein javnur og stórur vøkstur frá ársbyrjan til talið á gistingum kemur í hæddina í juli, og síðani minkar líðandi aftur móti ársenda.

 

##med3##

Men tølini vísa eisini, at síðani tey fóru at gera hesar uppgerðirnar í 2013, er talið á gistingum hækka ár undan árið, at kalla hvønn einasta mánað.

Hagstovan sigur, at størsti vøksturin í gistinginum er fólk í Norðuramerika, tí tað talið er hækkað heili 64 prosent hetta seinasta árið, og samstundis er talið á íslendingum, sum koma til Føroyar at ferðast, er hækkað 43 prosent.