Hetta var fyri øllum við áhuga fyri útbúgvingum, og sum vildu kunna seg um skúlan annars. Tí vóru eisini nógv forbí skúlaaldur og vitjaðu – foreldur og annars avvarandi at teimum, sum gingu, ella hava gingið á skúlanum.
##med2##
Skúlin er sera snotiligur og nógv vøkur list er á veggunum. Lærarar og næmingar gingu til reiðar at svara spurningum um útbúgvingar og um skúlaumhvørvið.
HT-útbúgvingin vísti fram ymiskt áhugavert í royndarstovunum. Eisini var víst á samfelagsvísindaligar og sálarfrøðiligar kanningar og næmingarnir undirhildu við tónleiki í felagsøkinum.
##med3##
Tað var áhugavert at heilsa uppá næmingar á El-deildini, Maskindeildini, Timburdeildini, Serbreytini og Matvørudeildini, sum eru í verkligari undirvísing.
Stuttligt var eisini at síggja timburdeildina gera umhvørvislig vinarlig hús. Og eisini gera rættiligar kvistar, sum skuldi standa sína royna í einum húsum í Klaksvik.
Tað er kanska ikki so undarligt, at Matvørudeildin vakti serligan áhuga, tí har kundi tú keypa tær eina rættiliga buffé. Eina buffé, sum var átók einari frá einum av teimum góðu hotellunum – sera flott og gott.
##med4##
Hetta minti ikki sørt um hugnaligu tíðina fyri mongum árum síðan, tá ið Teknisku skúli um summarið hevði heitið – Hotellið við víkinað.
Jú, Tekniski Skúli í Klaksvík kann nógv ymiskt, og er eitt sepnnandi undirvísingarstað í býnum.
##med5##
##med6##
##ms##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##




















