Hotellið í Copen­hagen Towers

Við Ørestad á Amager við Keypmannahavn byggja tey sum ongan­tíð fyrr. Mill­um annað letur fyrsta byggistig av Copen­hagen Towers við m.a. stórum hotelli upp í november í ár. Og tað er Allan L. Agerholm, nevndarlimur í Hotel Føroyum, sum er stjóri fyri nýggja stásiliga Crowne Plaza hotellinum

Tá øll byggistigini eru liðug um nøkur ár, verður Copen­hagen Towers størsta privata byggiætlan í Danmark nakrantíð, máld upp á fer­metrar. Síðst í 2009 byrjar virksemið hjá eigaranum Sjælsø bólkinum í Ørestad, og tað fyrsta sum hendir, er at hotellið Crowne Plaza letur upp, eins og fyrstu skrivstovuhølini verða klár at taka í nýtslu. Næstu árini verður so bygt enn størri, so tað sum frá líður til­sam­ans verða 130.000 fermetrar av hotelli, skrivstovuhølum, felagshølum, matstovum, ráðstevnu-hølum, fitness-hølum o.ø.

Allan L. Agerholm, sum hevur arbeitt nógv ár sum hotelstjóri, skal leiða Crowne Plaza, og CPHM (Cop­enhagen Hotel Manage­­ment), sum er felagið hann arbeiðir fyri, skal eisini taka sær av at serviserað í sambandi við útleigan av skrivstovum í Copenhagen Towers.

Føroyingar

Allan L. Agerholm var í fleiri ár stjóri á Hilton við flogvøllin í Kastrup, og har hitti hann nógvar føroying­ar.

- Vit funnu skjótt útav, at føroyingar vóru ein týðandi kundabólkur hjá okkum, og tí var eisini farið væl um teir, minnist Allan L. Agerholm.

Nú hann er blivin stjóri fyri einum øðrum hotelli, ikki so langt frá flogvøll­in­um í Kastrup, er tí sjálvsagt, at hann fer at liggja framvið fyri at fáa føroyskar kund­ar.

- Vit fara at seta okkum í samband við føroysk flutn­ingsfeløg og ferðaskriv­stovur fyri at bjóða teimum at brúka hotellið, tá tað letur upp í heyst, og vit kunnu bjóða eitt fyrstafloks hotel, sum liggur stutt frá øllum, sigur hann.

Og hetta við fjarstøðu, er júst tað, sum Copenhagen Towers leggur stóran dent á. Ørestad er landafrøðiliga soleiðis statt, at tað er skjótt at koma til og frá Kastrup flogvøllinum, eins og tað er skjótt at fara inn til miðbýin í Keypmannahavn ella suðurum, og so longur inn í landið. Eisini eru sambandið til Svøríkis lætt – bæði við toki og bili.

Hotellið

Crowne Plaza verður hjart­að í Copenhagen Towers. Við 366 kømurum er talan um eitt av størstu hotellum í Danmark, og harafturat fer tað at hava allar nútímans hentleikar, sum fólk spyrja eftir í dag – m.a. fitness-sentur.

Allan L. Agerholm sigur, at miðað verður eftir at hava eitt hotel, sum er so Co² neutralt, sum gjørligt. Hetta verður m.a. gjørt við at hava eina luftkøli-skipan, sum kølir við grundvatni og eina hitaskipan, sum hitar við sólkyknu-skerm­um. Nógv annað í hotell­in­um er eisini bygt við tí fyri eyga, at halda Co²-útlátið so langt niðri sum gjørligt.

- Vit síggja í dag, at summ­­ar fyritøkur krevja Co²-roknskap frá sínum starvsfólkum í sambandi við ferðing, og í tí sambandi kunnu vit bjóða eitt hotel, sum ikki fer at kosta teimum nógv á hesi konto, sigur hann.

-------

FAKTA

Stjórin á Crowne Plaza, Allan L. Agerholm, hevur arbeitt í hotelvinnu í 29 ár, harav tey 21 á leiðslustigi. Meðan hann var stjóri á Hilton við Kastrup flogvøllin, vaks hotellið til tað næststørsta í Dan­mark, tá mann metir út frá seldum seingjar­pláss­um. Hilton hevur tó bara 5.størsta seingjarkapasitet í Danmark.

Um eitt hálvt ár letur nýggja hotellið Crowne Plaza upp í Ørestad, og har skal Allan L. Ager­holm, sum er nevndar­limur í Hotel Føroyum, hava ovastu leiðsluna. Crowne Plaza er partur av størstu privatu byggi­verk­ætlan í Danmark nakran­tíð: Copenhagen Towers.