Hotel Skálavík fingið nýggjan leiðara

Hotel Skálavík hevur fingið nýggjan leiðara. 30 ára gamla Siri Klementsen av Sandi, skal nú standa á odda fyri væl vitjaða hotellinum.

 

Siri Klementsen hevur drúgvar royndir inna matstovu- og tænastuøkið og hevur nýliga nomið sær viðkomandi útbúgving: HA í Erhvervsøkonomi og Cand. Merc - Management of People.

 

Hon hevur verið knýtt at Smyril Line í fleiri ár, og hevur millum annað starvast sum avloysari umborð á Norrønu í 4 ár, umframt, at hon seinasta summar arbeiddi sum avloysari á Hotel Skálavík. Áðrenn hon fór at lesa, starvaðist hon millum annað á matstovum í Tórshavn.

 

- Á Smyril Line fegnast vit um, at Siri hevur tikið av avbjóðingini og at vit hava fingið ein leiðara, ið hevur verið knýtt at Smyril Line í fleiri ár. Tað er ein fongur at fáa ein royndan, vælútbúnan leiðara, ið hevur lokalt tilknýti, sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line.

 

Siri Klementsen sjálv gleðir seg til avbjóðingina. Hon ætlar sær fyrst og fremst at leggja dent á at betra um tænastuna og útboðið á Hotel Skálavík. Hotellið skal støðugt vera eitt spennandi og mennandi stað hjá bæði føroyingum og útlendingum at vitja, sigur hon.