Hotel Runavík: Væl nøgd við lítið avlop

- Tá avtornaði í fjør, høvdu vit stívliga 2.750 krónur í avlopi, sum vit eru serstakliga væl nøgd við, sigur stjórin á Hotel Runavík, Uni Rasmussen.

 

 

Tað er Uni Rasmussen, sum er stjóri á Hotel Runavík. Á hotellinum hava tey 23 kømur til leigu, 16 dupultkømur og sjey einkultkømur. Tað var í 2014, at hotellið varð keypt, og síðan hevur í smáum verið arbeitt við dagføringum. 

- Tá vit byrjaðu, høvdu vit 19 kømur, og síðan hava vit gjørt fýra nýggj og meira luksuskend kømur í kjallaranum. Øll kømrini á hotellinum hava wc, bað, ketil og góðar sengur, men kømrini í kjallaranum hava ordiligar dupultsengur og kuldaskáp.

Uni Rasmussen sigur, at í løtuni verður arbeitt við at gera eina nýggja heimasíðu, har fólk sjálvi kunnu bóka seg inn á hotellið. - Okkara heimasíða - hotelrunavik.fo - er ikki tíðarhóskandi, heldur stjórin fyri.

Teir, sum eiga Hotel Runavík í dag, eru brøðurnir, Uni og Elnar Rasmussen og svágurin, Edvard Mikkelsen. Tey, sum leiga seg inn at gista, fáa morgunmat, men annars hevur matstovan verið leigað út síðan 2015.

Á matstovuni er alacarte, sum tey rópa - við eitt nú góðum búffum, pastarættum, onkrari dessert, og so hevur matstovan eisini skeinkiloyvi. Uni Rasmussen vísir á, at tá bólkar venda sær til matstovuna, kunnu avtalur gerast um, nær bólkurin vitjar.

Stjórin ásannar, at koronu-farsóttin eisini merktist á Hotel Runavík í fjør við færri útlendskum ferðafólkum enn annars. - Vit sóu í 2020, at føroyingar vóru raskari at ferðast og biðja um gisting enn vanligt, og vit sóu ikki so fáar gestir úr eitt nú Suðuroynni. 

Uni Rasmussen vísir á, at frægastu mánaðirnir í fjør vóru juli, august og nakað út í september, og hóast nógv færri útlendingar enn vanligt vitjaðu í Føroyum, høvdu tey kortini heilt fitt av útlendskum ferðafólki.

- Hyggja vit eftir samlaða talinum av gistingum, vóru útlendsku gestirnir væl fleiri í tali enn føroyingarnir, leggur hann aftrat.

Stjórin á Hotel Runavík sigur, at hóast árið 2020 var nógv merkt av koronu, eydnaðist teimum kortini at fáa samanhang í raksturin - sjálvsagt við repaðum seglum á útreiðslusíðuni.

- Tá avtornaði í fjør, høvdu vit stívliga 2.750 krónur í avlopi, sum vit eru serstakliga væl nøgd við, soleiðis sum støðan var. Neyðugt var at tillaga arbeiðsorkuna eftir tørvinum, og tískil vóru færri arbeiðstímar á hotellinum enn eitt vanligt ár, sigur Uni Rasmussen.