Hotel Hafnia keypti beint fyri jól ognirnar hjá P/F Marstein á Áarvegnum og á Húsabrúgv. Talan er um grannaognir hjá Hotel Hafnia. Húsini á Áarvegnum eru tey, sum hýsa handilinum Staðið, sum fyrr nevndist Sirri – og sum til 1995 hýsti radiohandlinum P/F Marstein.
Men tað er ikki tí, at Hotel Hafnia er í ferð við enn eina stóra útbygging, at tey hava keypt húsini.
– Nei, vit hava ongar ætlanir um útbyggingar nú, og vit hava ikki ein gong fingið gjørt tekningar, hvussu tað kundi sæð út, sigur Tummas Justinussen, nevndarformaður í P/F Hotel Hafnia.
– Vit fingu møguleikan at keypa nú og valdu at taka av. Tað er fyri at tryggja, at Hotel Hafnia einaferð í tíðini kann byggja út, um tað verður hildið skilagott. Hatta er einasti møguleiki, um Hotel Hafnia skal byggjast út, sigur Tummas Justinussen.
Byggisamtyktin fyri økið loyvir, at ein bygningur kann byggjast á staðnum í somu hædd, sum Hotel Hafnia, so pláss er fyri nógvum hotellkømrum afturat, um bygt verður, men tað hava tey so ongar ítøkiligar ætlanir um, sambært Tummasi Justinussen.
Tað var í 2005, at Hotel Hafnia, sum Christian Dal-Restoff stovnaði í fimmtiárunum, varð selt til P/F Hvarvið, sum í dag eigur hotellið saman við Havila A/S í Noreg, Sjóborg Sp/f og Sæborg Sp/f.










