P/F Hotel Hafnia er felagið, sum rekur virksemið hjá Hotel Hafnia í Havn, og sum byggir og skal reka nýggja hotellið, Hotel Brandan, sum skuldi havt latið upp í hesum døgum. Tað var sum kunnug útsett vegna koronafarsóttina.
Roknskapurin vísir eitt yvriskot í 2019 upp á 4.618.300 krónur, og fíggjarstøðan hin 31. desember vísir eina eginogn upp á 29.077.849 krónur.
– Úrslitið er nakað betur enn mett varð, tá ársroknskapurin fyri 2018 varð gjørdur, skrivar felagið í ársfrágreiðingini. Og heldur fram:
– Sum eina avleiðing av Covid 19 alheimsfarsóttini hevur felagið staðfest eina týðandi niðurgongd í søluni í roknskapiarárinu 2020. Leiðslan arbeiðir tískil leypandi við at tillaga rakstrarútreiðslur felagsins. Ein stórur partur av starvsfólki felagsins fær í løtuni løn útgoldna frá ALS samsvarandi hjálparpakka I.
Leiðslan skrivar eisini, at í løtuni er trupult at meta um, nær sølan kann væntast at hækka aftur, og í hvønn mun felagið verður fevnt av nýggjum hjálparpakkum.
– Hotel Brandan verður væntandi liðugt í mai 2020, men vegna Covid19 er óvist, nær hotellið verður tikið í nýtslu. Tá Hotel Brandan er liðugt, verður partapeningurin eftir æltan hækkaður við 22 milliónum krónum, skrivar leiðslan, sum væntar at fáa í lag avtalu við lánsveitarar um, at felagið ikki skal rinda avdráttir og møguliga ikki rentur í 2020.
– Harafturat hevur móðurfelagið váttað, at tað, um neyðugt, er sinnað at veita felagnum neyðuga gjaldførisfígging í minsta lagi fram til 31. desember í 2020.
tí ársroknskapur gjørdur við framhaldandi rakstri fyri eyga.
Skuld felagsins er vaksin úr sløku,m 75 milliónum við ársbyrjan til góðar 157 milliónir við áralok.
Um Hotel Hafnia:
Eigari:
Smyril-Line P/f, Tórshavn
Stjórn:
Pætur Trónd Thomsen, Argir
Nevnd:
Tummas Osmundarson Justinussen, Tórshavn, nevndarformaður
Aimi Gudmundsen Justinussen, Argir, nevndarlimur
Jákup Sverri Fonsdal Kass, Hoyvík, nevndarlimur
Osmund Justinussen, Tórshavn, nevndarlimur
Rúni Ove Vang Poulsen, Hoyvík, nevndarlimur
##med2##
##med3##
##med4##