Hotellið á Eiði hevur skift eigara og skiftir samstundis navn frá Hotel Eiði til Hotel Lonin á Eiði.
At hotellið fer at eita Hotel Lonin kemst av, at tað eru vertsfólkini á matstovuni Lonini í Elduvík, sum hava keypt hotellið á Eiði.
Nýggju eigaranir eru Jóhanna og John Nielsen, ið búgva á Eiði, haðani Jóhanna er ættað. John er dani. Eisini fer sonur teirra, John, at arbeiða á hotellinum.
Nýggju eigararnir siga, at ætlan teirra er at hala fram við vanligum hotelvirksemi. Tó verður tann avgerandi broyting í hotelrakstrinum á Eiði, at tey ætla at hava opið alt árið. Hotel Eiði hevur framman undan bert havt opið um summarið, men hevur kortini eftir avtalu havt eitt nú skeiðvirksemi í vetrarhálvuni.
Fyrstu gestirnir hjá nýggju hoteleigarunum á Eiði eru komnir, og væntandi verður hotellið fult nú í komandi døgum, tá fótbóltslandsdystur verður í Føroyum.
Avgjørda vørumerkið hjá Lonini í Elduvík hava verið teir landskendu búffarnir, sum fólk eru komin langvegis frá at fáa sær. Teir fylgja við til Eiðis, siga nýggju hotelvertirnir á Eiði.
Eisini er hugsað um møguleikan fyri tiltøkumi. Bæði mentanlarligum og øðrum, siga tey. Eitt nu er nærliggjandi at hava listaframsýnignar hangandi, eins og hugnakvøld av onkrum slagi væl kunnu haldast á hotellinum.
Tey vilja ikki siga nakað um prís ella keypstreytir annars, men bara, at tey hava góðar vónir til at tað fer at bera til. Onkrar bábøtur skulu gerast á hotellið, siga tey. Men opið verður kortini hvønn dag.