Hotdogs og kips tæna ongum endamáli

Ítróttarsambandið sær ein trupulleika í matinum, sum verður borðreiddur til ítróttartiltøk.

Tað sigur Annika Lindenskov, sum er ítróttarráðgevi í Ítróttarsambandinum.

Hon nevndir sum dømi, at maturin, sum vanliga er til keyps í ítróttarhøllunum kring landið er ikki tann heilsubesti. Franskir hotdogs og kips stuðla ikki ítróttarfólkunum at fremja sítt besta, tá tey skulu á vøllin.

- Tá tey ikki kunnu keypa á ítróttarøkinum, fara tey ungu ofta í onkra nærliggjandi bensinstøð ella kiosk at keypa. Hóast sølustøðirnar ofta hava góða frukt á tilboði, so er tað ikki fruktini, sum tey ungu fara eftir, og tað er spell, boðar Annika Lindenskov frá í tíðindaskrivi.

Ítróttarfeløgini hava biðið um hjálp og vegleiðing um, hvussu keðiligur vanarnir hjá teimum yngru kunnu broytast, og stjórnin í Ítróttarsambandinum hevur sett sær fyri at brúka kostárið, sum er í 2011, at broyta gongdina.

- uni