Hósvíkingur nærkast Jarnbardi

6-mannafør kvinnur: Men aftur í dag var Jarnbardur sannførandi vinnari

Tað gekk, sum tað hevur gjørt fýra tær undanfarnu ferðirnar, tá ið 6-mannaførini við kvinnum kappaðust á Skálafjørðinum. Tað er høgætt, og tað verður róð undan út eftir fjørðinum, og tað eru hampulug líkindi at rógva, hóast tað ikki er heilt slætt.

 

Jarnbardur vann, og Jarnbardur er við 35 stigum á veg ímóti FM heitinum.

 

Starturin var ikki so góður hjá Jarnbardi. Heldur var tað Hósvíkingur, sum leyp avstað, og Hósvíkingur var fremstur, tá ið startspurturin var av. Men so gekk, sum tað plagar. Í eini handavend apílaðu tær á Jarnbardi seg út og fóru frá at vera eina hálva bátslongd aftanfyri Hósvíking og til at vera eina heila bátslongd frammanfyri Hósvíking, og so var tað eingin spurningur, um hvør fór at vinna, men heldur um, hvussu tryggur sigurin fór at verða.

 

Jarnbardur var fyrstur á mál, men sammett við undanfarnu ferðirnar var tað ikki so langt aftur til Hósvíking.

 

Í kappingini um bronsuplássið var tað Víkingur hjá Havnar Róðrarfelag, sum vann á Páll Fanga úr Klaskvík.

 

##med2##

 

úrslit/rsf.fo