Hósvíkar kirkja liðug í juli

Arbeiðið at umvæla Hósvíkar kirkju er nakað seinkað, men verður væntandi liðugt um mánaðarskiftið juni, juli.

Arbeiðið at umvæla Hósvíkar kirkju er nakað seinkað, men verður væntandi liðugt um mánaðarskiftið juni, juli.

 

Upprunaliga skuldi arbeiðið vera liðugt undan jólum 2014, men av ymiskum ávum hevur arbeiðið drigið út í tíð. Ein av høvuðsorsøkunum til seinkingina er, at felagið Børkin, ið stóð fyri umvælingini, fór at knóranum herfyri.

 

Nú er ferð tó komin á arbeiði aftur og sambært einum innslagi í Degi og Viku verður væntandi klárt hjá hósvíkingum at fara aftur í kirkju í bygdini í juli mánaði.

 

Signheðin Davidsen, formaður í kirkjuráðnum upplýsti fyri sjónvarpinum, at miðað verður eftir, at arbeiðið verður liðugt um mánaðarskiftið juni, juli. Hann sigur eisini, at seinkingarnar hava dýrkað umvælingina nakað, og samlaði prísurin fer at liggja um 6 milliónir krónur.