Fólkaatkvøða er í Hósvík í dag, har bygdafólkið skal taka støðu til, um tey ynskja at varðveita skúlan í bygdini, ella fylgja tilmælinum frá kommununi, ið ynskir at leggja allar skúlar í kommununi saman í ein skúla.
In.fo tosaði við Estrid Olsen, forkvinnu í valstýrinum, fyrr í morgun. Tá lat hon væl at valluttøkuni, ið var farin upp um tíggju prosent longu fyrsta tíman.
Vit fingu orðið á hana aftur hálva tíma áðrenn, at valhølini steingja, fyri at vita hvussu luttøkan hevur verið.
- Fólk koma enn og greiða atkvøðu. Men sum nú er, so er valluttøkan 77,7 prosent. Tað vil siga, at 171 av teimum 220, ið hava atkvøðurætt, hava greitt atkvøðu.
Væntað verður, at talan verður eitt javnt val. Borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariassen, vildi fyrr í dag heldur ikki meta um hvat úrslitið mundi blíva, og tað skilur Estrid Olsen væl.
- Her er ein góður stemningur millum teirra, ið koma at velja. Men at meta um hvønn veg úrslitið koppar, tað tori eg ikki.

Hósvík: Valluttøkan táttar í 80 prosent
















