Á havnalagnum í Hósvík arbeiðir Sunda kommuna við einari verkætlan at víðka vinnuøkið sunnanfyri matvøruvirkið Krás, soleiðis at her fáast 12.000 fermetrar av byggilendi, tá arbeiðið er liðugt.
Sunda kommuna fer at bjóða arbeiðið við nýggju útstykkingini á Oyrarbakka og verkætlanina á havnalagnum í Hósvík út undir einum.
Hetta verður gjørt, soleiðis at avlopsgrót úr Hósvík kann brúkast til planering bæði í Hósvík og til útfylling og vegir í útstykkingini á Oyrarbakka.
Í Hósvík verður avlopsgrót, tá sprongt verður inn í lendið.
Fyri kommununa eigur hetta at vera ein bíligari loysn enn at koyra grótið til útfylling, planering og vegir á Oyrarbakka oman úr Hundsarabotni við Oyggjarvegin, sum er alternativið.
Á havnalagnum í Hósvík skal spreingjast nokso fitt, og í Sunda kommunu vænta tey, at her eisini verður grót til aðrar framtíðar útstykkingar.
Í kommununi hava tey fleiri fyrispurningar um grundstykkir til vinnuliga bygging, og fyrispurningarnir eru fleiri enn tøku grundstykkini, sum kommunan í løtuni hevur at vísa á.
Vinnuøkini í kommununi eru serliga í Hósvík, Hvalvík, Haldarsvík, Norðskála og úti á Oyri, har O.C. Joensen hevur sítt skeljavirksemi.