Hosufóðring av kloakkum sparir pengar

Á býráðsfundi í Havn hóskvøldið samtykti Tórshavnar býráð at brúka tríggir milliónir krónur til at umvæla kloakkir við hosufóðring – sum merkir at nýtt rør verður gjørt inni í gomlu rørunum.

 

Tað var eftir gjøgnumgongd av støðulýsingunum, ið blivu gjørdar í 2019, har 14 km av kloakkum vórðu filmaðar, at úrslitið gjørdist, at sera stórir parta av kloakkunum í Havn mugu umvælast.

– Tað er sera dýrt og tíðarkrevjandi at endurnýggja kloakkir, tískil mugu vit hugsa alternativt. Í Danmark hava veitarar í meira enn 40 ár arbeitt við at fóðra kloakkir, t.v.s. umvælt kloakkirnar innanífrá, soleiðis at vit sleppa undan at grava vegir, gongubreytir og kantsteinar upp, men heldur byggja eitt nýtt rør, undir jørðini, skrivar Tórshavnar býráð í gerðabókini frá býráðsfundinum hóskvøldið: 

– Hetta er nógv bíligari, og til lítlan og ongan ampa fyri borgaran - við tað at arbeiðið verður avgreitt uttan graviarbeiði, og tað verður gjørt uttan longri tíðarbil við uppgrivnum vegum, ið tarna ruskinnsavnan og annars kann verða til ampa fyri borgaran. Fleiri av teimum strekkjum, ið blivu filmað, treingja til ábøtur, og liggja leiðingar her m.a. undir bygningum og yvir um høvuðsvegir. Tey strekkir, sum verða fóðrað, eru umleið 1,3 km samanlagt og mettur kostnaður er kr. 3 mió.

Royndirnar við hosufóðring í Havn í fjør hava verið góðar. Tað blivu uml. 1,2 km av kloakkleiðing filmað og spulað, síðani fóðrað, og at enda aftur filmað til tess at skjalprógva arbeiðið. 

– Kostnaðurin var umleið 3 mió kr, og gevur hetta ein kostnað á í miðal kr. 2.500 fyri meturin. Her er tá talan um leiðingar, sum í flestu førum liggja undir bygningum, á privatum øki ella undir vegum við nógvari ferðslu. Afturat sjálvari fóðringini komu eyka arbeiðir í sambandi við, at nakrir verandi brunnar á leiðingunum máttu umvælast ella skiftast, og í onkrum førum máttu nýggir brunnar etablerast. Harafturat vóru kostnaðir í samband við kunning til borgarar o.l. Hesar eyka útreiðslur vóru tá uml. kr 400.000, skrivar kommunan.

 

##med2##

Ætlanin er at halda fram við hesum arbeiðinum í september 2022, og verður í tí sambandinum tørvur á kr. 3.400.000 til at fremja arbeiðið í august-september 2022. Her er ætlanin, at 1,1 km av kloakkleiðing verður fóðrað, og avleidd arbeiðir verða gjørd. Á konto 6875 Kloakkir (íløgur), L68040 Hosufóðring av kloakkum, eru í løtuni kr. 508.000. Tí er tørvur á, at játtaðar verða kr. 2.892.000 til hesa løgukontu.

Tekniski stjórin og býarverkfrøðingurin mæla teknisku nevnd til, at játtaðar verða kr. 2.982.000. Eisini verður mælt til at játta umsitingini at gera sáttmála við arbeiðstakarar um arbeiðið at hosufóðra kloakkirnar og gera avleidd arbeiðir í hesum sambandi. Mælt verður til, at málið verður beint umvegis fíggjarnevndina í Býráðið.

Málið var einmælt samtykt á býráðsfundinum hóskvøldið.